{"title":"Treytir fyri útleigan","description":"\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cstrong\u003e\u003cspan\u003eGjalding og leigutreytir\u003c\/span\u003e\u003c\/strong\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cspan\u003eSkal rindast frammanundan á konto, um ikki annað er skrivliga avtalað.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cspan\u003eMøguligar skaðir ella reklamatiónir skulu fráboðast áðrenn útgerðin verður tikin í nýtslu.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cspan\u003eVíðari útleigan er ikki loyvt!\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cspan\u003e\u003cmeta charset=\"utf-8\"\u003eVið at leiga frá okkum bindir leigarin seg at gjalda fyri skaðarnar ella manglandi reingerð av vørunum.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cspan\u003eVeitslulutir kannar alla útgerð við levering ella við heintan (Helst saman við kundanum). Møguligar skaðir, sum eru hendir í leigutíðarskeiðinum, ella manglandi reingerð, verður eykarokning skrivað. Tað verður mett í hvørjum einstøkum føri. Tó \u003cmeta charset=\"utf-8\"\u003everður eitt minimum reingerðargjald á 500 kr. kravt.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cspan\u003eVeitslulutir leggur dent á, at leigarin sjálvur hevur ábyrgdina av, at vørurnar fáa rætta streymmongd. Vit kunnu á ongan hátt dragast til ábyrgd fyri persónsskaðar ella likamligar skaðar, sum stava frá uppseting, niðurtøku, flutningi, nýtslu ella aðrari handfaring av okkara vørum. Ei heldur skaða á ogn ella leysafæ meðan leiga verður.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cspan\u003eUndir flutningi skal útgerðin altíð standa sikkurt og neyðug atlit mugu takast.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cspan\u003eEr ivamál, so spyr okkum.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cstrong\u003e\u003cspan\u003eVið avlýsing:\u003c\/span\u003e\u003c\/strong\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cspan\u003eYnskir leigarin at avlýsa skal boðast frá skjótast gjørligt. \u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cspan\u003eAvlýsir leigarin innan 48 tímar fyri, sum leigan byrjar, er leigarin bundin at gjalda fullan leiguprís.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cspan\u003eAvlýsir leigarin í somu viku leigan byrjar, er leigarin bundin at gjalda hálvan leiguprís.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cspan\u003eVeitslulutir kann altíð avlýsa eina leiguavtalu, um vit meta, at grundarlag er fyri, at alt ikki ferð rætt fram, ella at leigarin ikki tykist álítandi. Veitslulutir hevur altíð avgerðarættin.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp class=\"isSelectedEnd\"\u003e\u003cspan\u003eVit vænta at tit virða hesar reglur.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e\n\u003cp\u003e\u003cspan\u003eVið at keypa ígjøgnum Veitslutir.fo, váttar leigarin, at hann góðtekur og heldur omanfyri nevndu handilstreytir.\u003c\/span\u003e\u003c\/p\u003e","products":[],"url":"https:\/\/veitslulutir.fo\/collections\/treytir-fyri-utleigan.oembed","provider":"www.veitslulutir.fo","version":"1.0","type":"link"}