Collection: Treytir fyri útleigan
Gjalding og leigutreytir
Skal rindast frammanundan á konto, um ikki annað er skrivliga avtalað.
Møguligar skaðir ella reklamatiónir skulu fráboðast áðrenn útgerðin verður tikin í nýtslu.
Víðari útleigan er ikki loyvt!
Við at leiga frá okkum bindir leigarin seg at gjalda fyri skaðarnar ella manglandi reingerð av vørunum.
Veitslulutir kannar alla útgerð við levering ella við heintan (Helst saman við kundanum). Møguligar skaðir, sum eru hendir í leigutíðarskeiðinum, ella manglandi reingerð, verður eykarokning skrivað. Tað verður mett í hvørjum einstøkum føri. Tó verður eitt minimum reingerðargjald á 500 kr. kravt.
Veitslulutir leggur dent á, at leigarin sjálvur hevur ábyrgdina av, at vørurnar fáa rætta streymmongd. Vit kunnu á ongan hátt dragast til ábyrgd fyri persónsskaðar ella likamligar skaðar, sum stava frá uppseting, niðurtøku, flutningi, nýtslu ella aðrari handfaring av okkara vørum. Ei heldur skaða á ogn ella leysafæ meðan leiga verður.
Undir flutningi skal útgerðin altíð standa sikkurt og neyðug atlit mugu takast.
Er ivamál, so spyr okkum.
Við avlýsing:
Ynskir leigarin at avlýsa skal boðast frá skjótast gjørligt.
Avlýsir leigarin innan 48 tímar fyri, sum leigan byrjar, er leigarin bundin at gjalda fullan leiguprís.
Avlýsir leigarin í somu viku leigan byrjar, er leigarin bundin at gjalda hálvan leiguprís.
Veitslulutir kann altíð avlýsa eina leiguavtalu, um vit meta, at grundarlag er fyri, at alt ikki ferð rætt fram, ella at leigarin ikki tykist álítandi. Veitslulutir hevur altíð avgerðarættin.
Vit vænta at tit virða hesar reglur.
Við at keypa ígjøgnum Veitslutir.fo, váttar leigarin, at hann góðtekur og heldur omanfyri nevndu handilstreytir.