Skip to product information
1 of 2

www.veitslulutir.fo

Køkuprent. - Stitch

Køkuprent. - Stitch

Regular price 89,95 DKK
Regular price Sale price 89,95 DKK
Søla Útselt
Taxes included.
Nøgd

Sukurfrítt køkuprent við Stitch. 20 cm. 

Køkuprentið kann leggjast beinleiðis á allar fuktigar yvirflatur. Verður tað lagt á eina turra yvirflatu, sum t.d. marsipan, kann tað vera ein fyrimunur at pensla við einari sera lítlari mongd av vatni áðrenn tað verður lagt á.
Køkumyndin kann sum útgangsstøði leggjast á køkuna 1–2 dagar áðrenn hon verður serverað. Men á sera vátum yvirflatum, sum vanligur glasur ella rómi (flødeskum), eigur man at bíða til so seint sum gjørligt, so myndin ikki verður meiggja út.

Minst til at taka plastikið aftan á prentinum av áðrenn nýtslu. Plastikið eigur at vera lætt at taka av. Er tað ikki soleiðis, er tað sera týdningarmikið ikki at royna at toga tað av, um tað ikki losnar av sær sjálvum, tí tað kann lættliga oyðileggjast. Royn í staðin fyrst at koyra baksíðuna av arkinum móti kantinum á einari borðplátu, so prentið loysnar niðanfyri. Er hetta ikki nóg mikið, kann man leggja tað í frystaran í uml. 10 sekund. Royn beinanvegin aftaná varliga at taka arkið av. Eydnast tað framvegis ikki, kann mann royna aftur og leggja tað nøkur fá sekundir longur í frystaran.

Goymsla: Turt og myrkt við stovuhita, og ikki í køliskápi. ov nógvir fuktir kann gera, at prentið tekur vætu í seg og gerst torført at fáa av plastikinum.

Haldføri: Minst 30 dagar, um ikki annað er upplýst.

Glutenfrítt, laktosufrítt, uttan mjólkaprotein.
Innihald: Stívilsi, maltodextrin, aroma.
Litur: E102, E122, E133, E151, søtuevni: E965/E955

View full details